Í morgin, sunnudagin 16. mars kl. 15.30, letur Eli Smith listamaður upp listaframsýning í Ribarhús í Fuglafirði. Tá framsýningin letur upp, kemur dreingjakórið Undir Brúnni í Havn at syngja. Kórið er m.a.samansett av dreingjum sum búgva í gannalagnum hjá Britu og Eli Smith í Havn. Við á framsýningini hevur Eli vatnlitsmyndir og oljumálningar. Framsýningin verður opin til fyrst í apríl. Opið verður vanligar dagar, tá handilin í Ribarhúsi er opin. Leygardag og sunnudag verður opið millum kl. 15.30 og 17.30. Eli er útbúgvnin radiomekanikari. Hann undirvísir í máling og tekning á Føroya Fólkaháskúla.