Málverjin hjá VÌF, Eli Müller varð valdur til "Dagsins Spælara", tá VÌF á heimavølli í Atlantic Airways Kappingini vann 31-27 á Kyndli.
Eli Müller var tó ikki nøgdur við byrjanina av dystinum, tá Kyndil eitt skiftið var á odda 15-12, men Eli Müller heldur, at tað bleiv betur hjá heimaliðnum, sum dysturin leið.
Finnur Hansson, leikandi venjari hjá Kyndli harmaðist ósigurin, men hann fegnaðist um, at tað eydnaðist við einum ógvuliga tunnum hópi at geva VÌF holla mótstøðu.
Eli Müller er vísur í, at heldur VÌF støðið, so megna teir at fara framum H71 á stigatalvuni, og so er dúkað til eina FM-finalu millum grannarnar VÌF og KÌF.
Tað ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Finn Hansson og Eli Müller undir greinini.