Kular Røtur bjóða 10 nýggjar og frískar barnasangir á nýggjari fløgu, sum kemur út í dag. Hetta er fimta útgávan frá Kulum Rótum. Í meira enn 10 ár hava Kular Røtur sett sín dám á føroyskan barnasang. Síðani fyrstu útgávuna í 1999 hava Kular Røtur latið ein veruligan sangskatt til føroysk børn, og nú eru 10 nýggir sangir komnir út á fløguni Frískar Kular Røtur.
Steintór Rasmussen, sum er høvuðsmaður í Kulum Rótum, hevur skrivað flestu sangirnar, og hann syngur ein sang sjálvur á nýggju útgávuni. Aðrir sangarar eru Jógvan Hansen, Arnfríð Lutzen, Lív Næs, Rakul Ró Steintórsdóttir, Beinir Troest Rasmussen og Rógvi Jakobsen. Alvin Ellebye Andersen hevur tikið upp og framleitt tónleikin.
Á nýggju fløguni eru fittir, festligir og stuttligir barnasangir. Tað ber millum annað til at hoyra um Eli, sum kann forsova seg í tvær vikur, um at Finn hevur stolið ein slikkpinn, og um 10 bibbur, sum gingu ein túr.
Leygarkvøldið halda Kular Røtur sín 10 ára dag við konsert í Løkshøll í Runavík.