TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Eli Hentze, hjálparvenjara hjá føroyska U21 landsliðnum, sum í gjárkvøldið tapti 0-6 ímóti Týsklandi.
Eli heldur, at setningurin var nóg strævin í sær sjálvum, og tað gjørdist enn verri, tá Hákun Edmundsson var vístur av vølli, og U21 landsliðið mátti stríðast 10 ímóti 11.
Eli saknaði villskap á tí føroyska liðnum, og iðrar seg um, at liðið ikki megnaði at spæla bóltin betur, men misti hann alt ov tíðliga. Eli er eisini harmur um, at føroyska liðið í tveimum av trimum dystum hevur fingið mann vístan av vølli.
Av jaligum lutum stendur eftir, at føroyska liðið megnaði at spæla seg fram til góðar málmøguleikar. Eli heldur eisini, at talan var um ein munandi betri hugburður í seinna hálvleiki.
(Mynd: football.fo)









