Nevndin í B71 og Eli Hentze hava skrivað undir ein eitt ára sáttmála, sum fevnir um kappingarárið 2008. Eli Hentze skal verða høvuðsvenjari hjá B71, sum hann hevur verið ímyndin av. Eli hevur leikt á besta liðnum hjá B71 í ein mansaldur, og hevur hann vunnið FM við B71 í 1989, og Løgmanssteypið í 1993.