Eli Hentze er ikki meiri enn ein maður

Úrslitini Skíris- og 2. páskadag boða frá, at páskirnar hjá B71 vóru góðar. Fýra stig fekk B71 burtur úr útivallar dystunum móti HB og KÍ.

Hetta hevur við sær, at B71 nú býtir fjórða plássið í Formuladeildini við GÍ og KÍ. Somuleiðis hava góðu avrikini givið pláss fyri heili fimm B71-arum á teimum báðum Formulaliðunum, vit kunngjørdu í blaðnum í gjár. Á Formulaliðnum fyri 2. umfar vóru Magnus Olsen, Fabio Viera og Símin Rógvi Hansen, og liðið fyri 3. umfar vóru Clayton Soares og Eli Hentze við at manna.
Eingin ivi skal vera um, at plássini á Formulaliðnum vóru fult uppiborin, men á liðnum fyri 3. umfar hava vit helst gjørt Eli Hentze betri enn hann er. Hann hevur fingið pláss á bæði defensiva miðvøllinum og høgrumegin í álopinum. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Eli Hentze er ikki meiri enn ein maður, og tað var eitt mistak sum gjørdi, at hann eisini var settur á høgra álopsplássið.
Helst hevði Eli ikki lagt nakað í, at spælt sum áleypari ein dyst ella tveir, men hesin sessur var ætlaður Hjalgrím Elttør hjá NSÍ, sum jú gjørdi tað so væl ímóti Skála 2. páskadag.
Við hesum skuldi mistakið verið rættað, og vit biðja við hesum lesaran, Eli Hentze og Hjalgrím Elttør bera yvir við okkum.