Eli FM vinnari í unglingadeildini

Nýggi meistarin í unglingadeildini í talvi eitur Eli W. Finnson úr Havnar Telvingarfelag

Tvey tey seinastu árini hevur hann verið næstfremstur. Í gjár eydnaðist tað Eli W. Finnson úr Havnar Telvingarfelag at taka síðsta fetið upp á pallin í unglingakappingini í talvi. Eftir at hava kappast í eina viku var síðsta umfar á skránni í gjár í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

 

Eli W. Finnson átti hægsta styrkistalið, og hann megnaði tað, sum varð frammanundan varð roknað við. Eli vann FM við átta stigum ella einum hálvum stigi fleiri enn Ragnar Weihe, sum er úr Sandavágs Talvfelag. Nummar trý var Bjarki Bertholdsen úr Klaksvíkar Talvfelag, sum var eitt stig aftari enn Ragnar.

 

mynd: talvtos. Frá vinstru: Ragnar Weihe (2), Eli W. Finnson (1) og Bjarki Bertholdsen (3)