Eli F. Nielsen: Altíð droymt um landsliðið

Rás2: Eli F. Nielsen er nýggjur maður á A-landsliðnum

Lars Olsen úttók í gjár 23 mans til landsdystin móti Sveis, sum verður á Tórsvølli 9. juni. Trý nýggj nøvn vóru á listanum. Karl Løkin, sum fyrr hevur spælt venjingardystir fyri A-landsliðið, og úr B36 Partik Johannesen og Eli F. Nielsen.

 

Hoyr samrøðuna við Eli F. Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Tað var ein glaður og bilsin Eli F. Nielsen, sum mánadagin fekk eina uppringing frá Fótbóltssambandinum. Síðani tá hevur hann sitið við einum stórum smíli, til tíðindini í gjár blivu almannakunngjørd.

 

- Eg havi altíð droymt um at spæla á landsliðnum, sigur Eli F. Nielsen.

 

Les eisini: Her er leikbannið hjá Eli F. Nielsen

 

Hann sigur at tað kom eitt sindur óvart á, at hann skuldi við til landsdystin móti Sveis. Miðvallarin hevði eitt gott kappingarár í 2015, men spældi ikki so nógv í 2016. Í ár hevur hann aftur verið “skrellimaður” á miðvøllinum hjá B36.

 

Hópurin:

Málverjar:

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ÍS)

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík

 

Verjuspælarar:

Jónas Tór Næs, ÍBV (ÍS)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)

Atli Gregersen, Víkingur

Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn

Hørður Askham, KÍ Klaksvík

Odmar Færø, B36 Tórshavn

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn

 

Miðvallarar:

Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ÍS)

Hallur Hansson, AC Horsens (DK)

Gilli R. Sørensen, Brann Bergen (NOR)

Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DK)

Fróði Benjaminsen, Víkingur

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík

Eli Falkvard Nielsen, B36 Tórshavn

Karl Løkin, NSÍ Runavík

 

Framherjar:

Finnur Justinussen, Fremad Amager (DK)

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík

Patrik Johannesen, B36 Tórshavn