Tá Eli Davidsen í Æðuvík, saman við familjuni, kom til Bilfriðkan á Hjalla at heinta sín Toyota Avensis stationcar 2,0 diesel frá 2001 seinasta mikudag, visti hann ikki, at hann var kundi nr. 100 hjá brúktbiladeplinum Bilfríðkan á Hjalla.
Í hesum sambandi handaði stjórin, Ludvík Petersen, honum eitt blómutyssi og eitt gávukort frá ferðaskrivstovuni Faroe Travel, sum var ein apex-ferðaseðil til Danmarkar við Atlantic Airways.
Eli Davidsen arbeiðir sum timburmaður í Danmark, so gávukortið kom væl við hjá honum.
Ludvík Petersen sigur, at sølan av bruktu bilunum hevur gingið nógv betur enn væntað. Hann roknaði við at selja umleið tveir bilar um vikuna, men higartil í ár hevur hann selt umleið fýra bilar um vikuna.
Hann heldur at ein orsøk til góðu søluna kann vera, at fyritøkan virkar sum ein brúktbiladepil við góðum brúktum bilum, og at hann hevur lagaliga fígging.
Umstøðurnar eru góðar, og nógv ferðsla er inn á Hjalla, sum er tætt við høvuðsvegin til og frá Havnini. Eisini er nógv ferðsluni til nærmastu grannarnar, Litaval og Brennistøðina á Hjalla.
Við tað at tað er sera friðarligt í januar, hava vit valt at fara í vetrarfrí, og fyritøkan verður tí stongd frá 6. til 24. januar 2005, sigur Ludvík Petersen.