Eli er strandingur, hann bleiv útbúgvin maskinmesitari í 1960 og sigldi við skipum hjá A.P. Møller til 1962, tá hann fekk starv á projekt-teknistovuni Nordiske Kabel- & Tråd í Glostrup. Har arbeiddi hann til 1977, tá hann flutti heim aftur til Føroya og varð settur sum fyrsti stjóri á Arbeiðseftirlitinum, sum tá varð sett á stovn.
Arbeiðseftirlitið var tá ein stovnur undir teknisku deild hjá Føroya Landsstýri. Síðan 1984 hevur Arbeiðseftirlitið verið ein sjálvstøðugur stovnur.
Í 2001 legði Eli frá sær sum stjóri á Arbeiðseftirlitinum, sum 67 ára gamal. Tá fluttu hann og konan til Danmarkar at búgva. Tey búgva í Dianalund, sum er millum Slagelse og Kalundborg á Vestursælandi.
Eli er føddur og uppvaksin á Strondum, foreldrini vóru: Malena, f. Hansen, ættað úr Funningi, og Johannes Davidsen, ættaður úr Haldarsvík.
Hann er giftur við Arndis, dóttir Giggu, f. Joensen, og Karl Mouritsen, í Havn. Tey eiga tvey børn: Joan, 43 ár, sum eisini býr í Dianalund, og Ragnvaldur, 37 ár, sum býr í Ålsgårde í Norðursælandi. Arndis og Eli eiga trý ommu- og abbabørn.
Føðingardagurin verður hildin saman við familju, vinum og kenningum. Adressan er: Møllemarkvej 28, DK-4291 Ruds Vedby, tlf. 0045 58262292.