Elfsborg var á útivølli í gjár og leikti fyrra Intertoto Cup dystin ímóti skotska liðnum Hibernian, sum hevur heimstað í Edinburgh. Og sigast má, at svenskarar gjørdu bart. Elfsborg vann 2-0, og eru vánirnar at vinna seg enn víðari í Intertoto kappingini framúr góðar. Emir Bajrami skoraði í 1. hálvleiki, og Andreas Augustsson staðfesti sigurin í 2. hálvleiki. Returdystur verður í Borås komandi vikuskiftið.









