Elendigt Ongland

Tað er lítið at skriva um eftir enn ein skuffandi dyst í HM endaspælinum. Hetta var dysturin tá heimsstjørnurnar hjá Onglandi skulu koma í gongd undir leiðslu av Fabio Capello. Nú, góðar 90 minuttir seinni, er Ongland at síggja til á veg úr HM.

 

Ongland hevði onkra einkulta roynd á málið, men stríðsandin, sum plagar at eyðkenna liðið hjá onglendingum, var ikki til staðar.

 

Ongland skal nú vinna seinasta dystin ímóti Slovenia, fyri at koma víðari úr bólkaspælinum. Teir kunnu klára koma víðari við at spæla málríkan javnleik, um hitt úrslitið í bólkinum lagar seg til teirra fyrimun.