Elektroniskur tónleikur í Tórsgøtu

Fyrstu beatini hava longu ljómað í Tórsgøtu, sum í kvøld er karmur um stórt tiltak við elektroniskum tónleiki úr Føroyum, Bretlandi og Svøríki.


Tað er oman í Perluna, tú skalt leita tær, um tú er forvitin at vita, hvat rørist á elektroniska pallinum. Perlan og Perlutorgið er nevniliga karmur um afturvendandi tiltakið GILDIÐ, sum fyriskiparirnir hava valt at rópa "Føroya feitasta elektroniska tiltak".

 


Á pallinum framføra bæði roynd sum óroynd og føroysk sum útlendsk, meðan Birgir Enni grillar sjógæti á torginum. Maturin er ókeypis fyri tey, ið hava atgongumerki til tiltakið. GILDIÐ byrjaði klokkan 17 og heldur fram langt út á náttina, skriva fyriskiparirnir á facebook.

 

 

Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:

 

 

17:00 Dyrnar opna
17:30 Frostfelt
18:20 Helgi
19:10 ATON
20:00 Nystrøm
20:50 Steso
21:40 Hús
22:30 Lover Lover
23:20 Falkenberg
00:10 HULDA
01:10 The Naked Eye
01:50 URbz