Í morgin verður elektroniskur tónleikur á skránni í Perluni, Reinsarínum og undir tekjuni á sama stað.
Tórsgøta við Perluni og yvirdekkaða túninum verður leygarkvøldið kamur um ein risa stóra elektroniska veitslu, skráin er nú um at koma uppá pláss, og her verður gott føroyskt og útlendskt.
Økið millum Reinsaríið, Perluna og Miðlahúsið og inni í sjálvari Perluni, verður karmur um tiltakið.
Longu nú er greitt, at Hulda, Steso, Helgi, Hús, LoverLover, Nystrøm, URbz, Frostfelt, Martin Falkeberg umframt bretsku The Naked Eyeog føroyskt finsku Aton framføra til Gildið, sum tiltakið eitur.
Ein pallur verður uttandura og eisini ein inni í Perluni.
Tiltakið byrjar kl. 17 og heldur á fram alt kvøldið og langt út á náttina.