Elektron er øðrvísi sum KT-fyritøka, tí hon umframt at menna skipanir, ið samfelagið ikki kann vera fyriuttan, eisini hevur ábyrgdina av at reka tær
At Elektron er ein risi, ið bæði í stødd og styrki skarar framúr millum hinar føroysku KT-fyritøkurnar, er ikki so løgið. Tað, sum skilir Elektron frá hinum, eru tvey grundleggjandi viðurskifti. Umframt at fyritøkan ger stórar skipanir, rekur hon eisini hesar skipanir fyri kundarnar, og hartil eru eigararnir sum heild teir somu sum kundarnir.
Saman um tikið er virksemið hjá Elektron EDV-veiting. Men undir hesum breiða hatti liggur nakað, sum vanlig fólk neyvan geva sær serligt far um; nevniliga at Elektron, sum varð stovnað fyri sløkum 40 árum síðan, er ein av bulunum undir samfelagi okkara. Hesa støðuna hevur virkið, tí tað hevur ábyrgdina av øllum peningaskipanum og flytingum hjá føroysku peningastovnunum.
Tøkniliga undirstøðukervið í virkseminum hjá Elektron er rættiliga umfatandi. Miðstøðin hjá fyritøkuni er í bygninginum hjá Elektron við Staraveg í Tórshavn. Har eru allar skipanirnar og allir dátugrunnarnir savnaðir. Deildirnar hjá kundunum eru knýttar í hesa miðstøðina gjøgnum landsumfatandi net.
Føroysku peningastovnarnir og Føroya Landsstýri eiga framvegis Elektron, men síðan Elektron byrjaði sum teldugrundað bókhaldsvirki í 1965, er virkisøkið vaksið og ment munandi. Holl vitan og drúgvar royndir við at arbeiða fyri peningastovnarnar hava sum frá er liðið gjørt Elektron skikkað til eisini at taka aðrar uppgávur upp á seg. Millum annað hevur Elektron ábyrgdina av umsitingarskipanunum hjá Toll- og skattstovuni, Húsalánsgrunninum, ALS og Landsbankanum.
Í dag er virksemið hjá Elektron sostatt ógviliga fjølbroytt, hóast bulurin í tí framvegis er fíggjarligar transaktiónir. Fyritøkan er í menning, skilt soleiðis, at ein stórur partur av orkuni fer til at menna nýggjar skipanir og at loysa trupulleikar við nýggjari tøkni.
Eini 30 fólk, t.e. ein sløk helvt av starvshópinum, arbeiða bara við slíkum ætlanum.
Stovnað: 1965
Stjóri: Niels Christian Nolsøe
Starvsfólk: 55
Virksemi: EDV-veiting










