Elektroniska Gildið verður í summar

Tónleikafestivalarnir og -tiltøkini gerast alsamt fleiri í tali. Stóru festivalarnir royna at tekkjast so mongum sum gjørligt og hava okkurt til ein hvønn, men nú byrja smærri tiltøk at spretta, ið venda sær móti einum meiri avmarkaðum kundaskara.

 

Eitt tílíkt tiltak er Gildið, sum verður hildið á økinum millum Perluna, Reinsaríið og Miðlahúsið, umframt inni í Perluni sjálvari.

 

2. juli verður tað, sum fyriskipararnir kallað Føroya feitasta elektroniska tónleikatiltak. Væntandi liggur økið tá undir glastaki, sum Tórshavnar kommuna ætlar at leggja yvir lítla torgið. 

 

Tveir pallar vera til tiltakið, annar úti á torginum, hin inni í Perluni, og umframt elektroniska tónleikin fer Birgir Enni at grilla mat til svangar áhoyrarar. 

 

Øll nøvnini eru ikki kunngjørd enn, men higartil er talan um Steso, Mahanna, Lover Lover, Nystrøm og The Naked Eye (UK). Nøvn verða kunngjørd so við og við á Facebookvanganum hjá tiltakinum.