Elektron sett varastjóra

Richard Mortensen er settur í starv sum varastjóri á Elektron. Hann tekur við starvinum 1. mars Richard hevur seinastu árini starvast sum stjóri á Føroya Tele Samskifti, har hann fór úr starvi í oktober.

Richard Mortensen er 46 ára gamal og útbúgvin Cand.Merc frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn í 1988 og útbúgvin sum bankamaður í Sjóvinnubankanum í 1983.

Elektron kunnaði fyri stuttum um avgerðina at broyta virksemi sítt frá í høvuðsheitum at hava verið veitari til føroyskar peningastovnar og almennar stovnar til at bjóða tænastur til ein breiðari kundaskara bæði í Føroyum og uttanlands. Umframt at hava medábyrgd av dagligu leiðsluni av samlaða virkseminum hjá felagnum fær Richard Mortensen í hesum sambandi ábyrgdina av menning, kundarøkt og sølu av bæði verandi og serliga nýggjum tænastum, skrivar Elektron í tíðindaskrivi.