Hetta er eitt livandi dømi um, at fyritøkur kunnu vinna meira við at lata vald frá sær.
Orðini eigur Bjarni A. Bjarnason, sum seinnu árini hevur stýrt, bankað og trýst telefyritøkuna Kall fram á føroyska marknaðin. Bjarni og hansara fólk hava eftir fimm árum vunnið ein støðugt størri part av føroyska monopolmarknaðinum, ið Kall-stjórin skýrir føroyska telemarknaðin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stríðast móti monopoli
Um fáar vikur fer Kall alment inn í eitt spildurnýtt skeið í stuttu søguni hjá fyritøkuni, og eitt av málunum er at loysa føroysku brúkararnar sum mest burtur úr køvandi monopolstøðuni.
Hetta skal gerast gjøgnum Føroya Breiðband. Tað er nýggja fyritøkan hjá Kalli og føroyska KT-risanum Elektron, sum hevur sítt egna tráðleysa breiðbandsnetverk WiMax. Júst hetta við netinum, er ein máti at geva stóra kappingarneytanum, sum framvegis eigur koparið niðri í føroysku moldini, kapping til strikuna.
At sleppa undan altíð at keypa seg inn á netið hjá einum kappingarneyta boðar frá nýggjum tíðum, øktari kapping og betri tilboðum til føroyskar telekundar.
Tráðleysa netið hjá Føroya Breiðbandi er m.a. áhugavert, tí tað er skjótt at seta upp og gerst helst framtíðarinnar mobila breiðbandssamband. Flestu mobilu samskiftistól bæði fartelefonir, farteldur og eisini bilar kunnu í næstu framtíð væntast at fáa innbygdan WiMax-móttakara.
Men Føroya Breiðband er so nógv annað enn hetta at flyta bit frá A til B, sigur Kall-stjórin, sum eisini er nevndarlimur í nýggju fyritøkuni.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Blanda blóð
Eins og víkingarnir í forðum blandaðu blóð sum tekin um brøðralag og sterkt samstarv, eru Kall og Elektron í hesum døgum í tøttum samstarvi, ið skal fáa Føroya Breiðband væl frá byrjan.
Fólk, førleikar og tænastur verða samansjóðaðar í eina væl virkandi heild, og tað verður m.a. gjørt í tvørfakligum arbeiðsbólkum. Teknikkurin skal fáast at spæla saman, søluapparatið skal innstillast, og nýggja fyritøkan skal loksins eisini brandast, sum tað nevnist á marknaðarførslumáli. Tað er m.a. í brandingini, at munurin millum Føroya Breiðband og kappingarneytarnar kemur serliga væl til sjóndar.
Vit kunnu siga, at í løtuni verða tvær ymsar mentanir úr tveimum ymsum fyritøkum smeltaðar saman. Tað er stríggið men sera spennandi arbeiði, ið fer at styrkja okkum væl, sum frá líðir, sigur Bjarni A. Bjarnason.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sameindar kreftir
Á altjóða marknaðinum síggjast at kalla dagliga fusiónir og aðrar samanleggingar av fyritøkum, ið síggja fyrimunirnar við at sameina kreftirnar. Ein hin best kenda samanrenningin er hon millum Ericsson og Sony, ið hevði sum úrslit eina sterka nýmótans fyritøku við vørum og tænastum, ið brúkararnir veruliga hava tikið til sín.
Uttan samanbering annars er samanrenningin millum Elektron og Kall í Føroya Breiðbandi eisini full av møguleikum.
Elektron, sum man vera sjálv ímyndin av KT-trygd og áliti, kemur m.a. inn í samstarvið við umleið 30 ára royndum á netverksøkinum. Fyritøkan, sum í sínari tíð var á odda, tá P-talið varð sett í verk, og sum hevur sín lut í, at skatturin kemur væl í landskassan, hevur stýra styrki, tá tað kemur til hosting og KT hjá sera ymsum fyritøkum.
Kall er hinvegin tann unga, framfýsna og kreativa fyritøkan, ið meira enn aðrar fyritøkur hevur fulla ferð á sínum virksemi. Atljóða transmissión og IP-telefoni eru millum styrkirnar hjá Kalli.
Lítið hugflog skal til at síggja, at hesar fyritøkurnar í Føroya Breiðbandi saman kunnu gerast sera sterkar.
Í Føroyum fara vit helst at síggja fleiri samanrenningar av hesum slagnum. Færri og størri eindir kunnu taka við størri avbjóðingum og soleiðis økja um virksemið og inntøkurnar, sigur Bjarni A. Bjarnason.









