Elektriskur vørubilur

Mercedes-Benz Vito E-Cell er heimsins fyrsti hópframleiddi eldrivni vørubilur í sínum klassa.

Á framsýningini Transport 2011 í Herning frá 6.-9. apríl verður nýggi Mercedes-Benz Vito E-Cell, sýndur fram. Hóast tað ikki er nakað nýtt við smáum eldrivnum vørubilum, er hetta fyrstu ferð at ein so stórur heilt elektriskur vørubilur verður hópframleiddur á eini bilverksmiðju.