Eins og Toyota hava Lexus og Nissan hava Infiniti hava Hyundai luksus bilmerki Genesis.
Seinasta nýggja er hesin, sum er designaður á deildini hjá Hyundai í USA. Genesis er ein bakhjólsdrivin luksusbilur, sum serliga er gjørdur til at kappast á amerikanska marknaðinum.
Hesin Genesis Vision G Coupé hevur 5.0 litra V8 motor við 426 hk. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,6 sek. og toppferðin er 250 km/t. Bilurin hevur 8-trins automatiskan gearkassa.
Designið er rættiliga elegant og líkist bæði evropeiskum og amerikanskum luksus coupé modellum sum t.d. Bentley og Cadillac. Enn er ikki avgjørt nær Genesis Vision G Coupé kemur á marknaðin.










