Tað var í morgun um 10 mundið, at løgreglan sendi út fráboðan um, at fólk rundan um økið við Varðan Pelagic á Tvøroyri skuldu halda seg innandurða og sleppa sær úr roykinum.
Stutt aftaná varð alt Tvøroyri og Trongisvágur evakuera. Og fólk vórðu biðin at fara á miðnámsskúlan í Hovi ella í skúlan í Hvalba.
Tað var stutt eftir klokkan 10.00, at sløkkiliðið har suðuri fór á staðið og royndi at basa eldin. Síðani komu trý skip á staðið, og enn nú klokkan 23.00 á kvøldið verður spulað við øllum alvi - also á 13'inda tímanum.
Eldurin varð bastur seinnapartin, men tað varð skjótt greitt, at vandamikil roykur av ammoniak var í luftini og tað er hesin, sum er trupul at fáa tamarhald á. Hetta tí, at roykurin er so sera vandamikil hjá fólki at anda í seg.
Pál Weihe segði við in.fo í dag, at roykurin er vandamikil, men sjúkueyðkenni sum irritatión í lungunum kemur beinan vegin - sostatt er eingin orsøk at óttast, at skaðin kemur sníkjandi seinni.
Tað er greitt, at tað, sum fólk í Suðuroynni hava verið sera ørkymlað um í dag er, hvørt stóra arbeiðsplássið verður bygt aftur og í so fall, so nær tað verður. Tí tað er givið, at hetta stóra arbeiðspláss hevur stóran týdning fyri alla oynna.
Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic segði við in.fo fyrr í kvøld, at virkið verður bygt upp aftur sum skjótast, eftir hesa hending, sum hevur tikið hart upp á starvsfólk og leiðslu í Varðanum.
Samkensluskriv hava regnað inn í allan dag. Lars Løkke Rasmussen, Aksel V. Johannesen, Annika Olsen og mong við teimum hava sent sínar tankar til suðuroyingar í dag.
Støðan hevur í dag verið, at alt Tvøroyri hevur verið avsperrað. Um klokkan 18 var tó avrátt, at avsperringin einans skuldi fevna um 1 km. rundan um eldin, og klokkan 22.00 vórðu boðini, at avsperringin er minkað niður í 300 metrar rundan um økið.
Vatnið á Tvøroyri hevur verið kannað og myndugleikarnir siga, at tað er reint og kann drekkast, hóast tað varð frámælt fyrr í dag.
Brandbilar úr Havnini og Vágum hava verið boðsend til Suðuroynna í dag og komu við Smyrli suður stutt fyri klokkan 13.00 í dag. Síðani hava hesi verið við í sløkkiarbeiðnum í allan dag, og nú klokkan áleið 22.30 fóru teir bilarnir til Havnar aftur við Smyrli.
Hetta hevur ávirkað alla ferðslu í oynni í dag. Eingir bussar hava koyrt, meðan Smyril leggur at kei í Vági og ikki á Tvøroyri. Soleiðis verður í øllum førum eisini fyrstu túrarnar í morgin, sigur Strandferðslan.
In.fo fylgir málinum og á her kanst tú síggja fleiri videobrot, sum eru tikin í Suðuroynni í dag.
Video: Fegnast um, at eingin doyði
Video: Arbeiði at endurreisa virkið byrjar beinan vegin
- Alt, sum er fabrikk sær út til at verða vekk. Vit vita ikki støðuna í frystigoymsluni, men har sær út til at okkurt er eftir.
Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic
Video: Hetta hevur verið ein skelkandi dagur
- Hetta hevur verið ein skelkandi dagur, og hetta rakar sera meint, tí eg eri bangin fyri avleiðingunum av eldinum í dag. Tað sigur Súsanna Bertholdsen, sum er býráðslimur á Tvøroyri.
Video: Soleiðis sær Varðin Pelagic út nú
Ógvusligi eldsbrunin hevur etið alt virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum kykmyndirnar hjá Miðlahúsinum vísa.
Video: Er ræðuligt, men vit hava tað gott
- Hetta er ræðulig støða, nú virkið fórst. Men vit hava havt tað gott her. Beinanvegin fingu vit suppu, og fólk hava annars sólað sær og fleiri eru og vitja fólk, sigur Otto Gram, lærari á Tvøroyri, og ein teirra, ið heldur til í Hovi í løtuni, sigur Otto Gram.
Sløkkilið og skip eru við at fáa køvt stóreldin, sum hevur kolað framleiðsluvirkið hjá Varðanum Pelagic upp í dag