Eldurin kyknaði í køkinum á miðhæddini, staðfesta serfrøðingarnir. Eigarin av húsunum hevði gloymt at sløkkja eina plátu á komfýrinum við eini aluminiumspannu, og hetta elvdi til tann stóra eldsbrunan. Hetta upplýsir Bergleif Brimvík hjá politinum.
Serfrøðingarnir úr Danmark eru lidnir við kanningarnar og eru farnir aftur til Danmarkar. Ein teirra er frá Dansk Brandteknisk Institut og hinir báðir frá Kriminalteknisk Afdeling hjá Ríkispolitinum. Ein rættarlæknafrøðingur var eisini í Føroyum og kannaði líkini.
Gjørdi sær mat
Eigarin av húsunum kom heim umleið klokkan trý á nátt, og hann fór at gera sær mat á komfýrinum. Hann er tó farin til songar uttan at sløkkja plátuna, og tað fekk ræðuligar avleiðingar.
Upplýst verður eisini, at eingir roykvarnarar vóru í húsinum, sum kundu givið boð frá sær eitt sindur fyrr.
Eigarin av húsunum var eisini tann fyrsti, sum varnaðist eldin, og hann vakti tá beiggja sín og dóttir hansara. Pápin at dreingjunum gjørdi tríggjar royndir at fara innaftur eftir teimum, men hann slapp ikki fram. Húsið hevur tá verið fult av royki, og tað hevur verið torført at finna fram.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at pápin hevur verið í onkrum rúmi á loftinum, har dreingirnir svóvu, men tað er ikki vist, at hann hevur verið í tí rætta kamarinum, tí hann hevur ikki sæð nakað fyri roykinum. Hann fann í øllum førum ikki dreingirnar, sum eru eitraðir av roykinum og hava sovið inn í deyðan.
Friðarligt kvøld
Hetta kvøldið hevði annars verið friðarligt hjá familjuni. Eftir at pápin, dóttirin og teir tveir synirnir høvdu fingið sær at eta, hugdu tey í sjónvarp eina løtu. Dreingirnir, sum vóru 6 og 8 ára gamlir, vórðu lagdir til songar tíðliga á kvøldi.
Pápin legði seg at sova stutt eftir midnátt, og tann 16 ára gamla dóttirin fór til songar út ímóti klokkan trý á nátt.
Tað er um hesa tíðina, at eigarin av húsunum kemur heim og fer at gera sær ein bita til matna og gloymir at sløkkja komfýrin.










