Eldurin: Kunnu doyggja av at anda tað í seg

Tí blíva fólk á Tvøroyri og Trongisvági evakuerað.

Eldurin á Tvøroyri er sera hættisligur, tí tað er ammoniak í eldinum og tað merkir, at tað er sera vandamikið fyri folk at anda í seg. 

 

Tað ørkymlar andaleiðina illa um man andar tað í seg. Tað setur seg í bringuna og ørkymlar slímhinduna í lungunum, og tá er vandi fyri at fáa kemiska lungnabruna og tað er tað, sum er so vandamikið. 

 

 

Pál Weihe, lækni, sigur við Kringvarpið, at í ringasta føri kann tað hava deyða við sær um ein andar nóg stórar nøgdir inn í seg. Tí ræður um at sleppa sær av staðnum sum skjótast. Og boðini eru eisini tey, at øll á Tvøroyri og Trongisvági skulu sleppa sær av staðnum sum skjótast.