Eldurin ikki so álvarsligur

Portalurin skrivaði í gjár, at eldur var í Eugen Mærsk, og at manningin var í ferð við at fara av skipinum. Men so illa stóð tó ikki til.

Í dag sigur A. P. Møller-Mærsk, at tað er rætt, at eldur var í umborð á Eugen Mærsk, men talan var um tríggjar bingjur, ið vóru stáplaðar oman á hvørja aðra.

Hendingin fór fram í Adenska Golfinum, meðan skipið var á veg til Port Said í Egyptalandi.

Manningin fór beinanvegin undir at avmarka eldin, og Eugen Mærsk ankraði út fyri Djibouti stutt eftir miðnátt lokala tíð. Ein sleipibátur við sløkkiliðsmonnum kom út til Eugen Mærsk, og eldurin varð sløktur klokkan 09.00 í morgun (lokala tíð).

Eugen Mærsk liggur nú við bryggju í Djibouti, har skaddu bingjurnar verða settar í land, áðrenn skipið heldur fram til Port Said við óskadda farminum.

Pappírini vísa, at bingjurnar vóru fyltar við húsarhaldsvørum og eingi vandamikil evni vóru í bingjunum, sigur A. P. Møller-Mærsk við Portalin.

Kanningarfólk eru á staðnum, og kannað verður í løtuni, hví eldur kom í, og um innihaldið í bingjunum er sum pappírini vísa.

Roknaðverður við, at hendingin fer at føra eina seinking við sær upp á ein til tveir dagar, skrivar miðlatalskvinnan hjá A. P. Møller-Mærsk, Louise Münter.

Tríggir føroyingar eru við Eugen Mærsk.