Brandbilar og løgreglufólk fóru fyri løtu síðani ýlandi gjøgnum høvuðsstaðin. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at orsøkin er, at tað var eldur einari bingju uttanfyri Miðlon, sum verður nýtt til papp og pappír og líknandi.
Av onkrari orsøk var ein glóð komin í bingjuna, og tí kom eldur í. Tá ið brandbilar og løgreglufólk komu á staðið, høvdu starvsfólk hjá Miðlon sjálvi megnað at sløkt eldin, og tískil var einki álvarsamt áfatt.
Bingjan varð flutt í Húsahaga, har innihaldið í henni varð tømt, og síðani var tað málið avgreitt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Einans bingjan fekk skaða.










