Eldur
- Vit høvdu havt eina fulla setu og høvdu sett seks stokkar av línu
útaftur. Júst, meðan vit skuldu fara at skaffa, fór alarmurin í gongd, og nógvur roykur var at síggja í maskinrúminum.
Soleiðis greiðir ein av monnunum, sum var við Fiskivarða hendan
túrin, frá.
Veðrið var gott á leiðini, og manningin avgjørdi at ringja til Brimil.
Brimil svaraði ikki, men tá ið ringt varð til Tjaldrið, gekst betur.
- Tjaldrið var tá statt í Kalsoyarfirði , og tveir til hálvan triðja tíma seinni vóru teir hjá okkum.
Maðurin sigur, at eingin panikkur var umborð.
Stongdu fyri luftini
- Vit hildu tað vera best at steingja fyri luftini til maskinrúmið, so eingin ilt slapp niður. Hetta var tað einasta, vit kundu gera, tí hugsingur var ikki um at fara niður at royna at basa eldinum.
Í byrjanini visti manningin ikki, hvar eldurin var, men seinni vísti
tað seg, at eldur var omaná motorinum har aftur, sum útstoyt, luftinnsúgving og oljuføringin er.
- Høvuðsmotorurin og ljósmotorurin steðgaðu, og vit lógu við neyðljósum. Vit vónaðu, at eldurin fór at kódna, tá ið eingin ilt var eftir.
Maðurin sigur, at tað einasta, teir kundu siga manningini á Tjladrinum, var, at støðan vísti seg at vera undir eftirliti á tann hátt, at hitin, sum merktist úr maskinrúminum, øktist ikki.
- Tað vísti seg eisini, at eldurin breiddi seg ikki um maskinrúmið,
og umleið hálvan annan tíma eftir, at eldurin var kyknaður, sluppu vit niður í maskinrúmið.
Tjaldrið var á Runavík við Fiskivarða klokkan gott 04 morgunin eftir.
Maðurin heldur, at tað var ein hjálp í støðuni, at nógv olja var í tangunum, sum eru har afturi í maskinrúminum.
Hitin var so nógvur, at verri kundi verið vorðið, um tangarnir vóru
hálvtómir.
Gongur ein tíð
Alt tað elektriska í maskinrúminum á Fiskivarða er farið, bæði eltalvur og kaðlar, og tá ið vit frættu, var óvist, um maskinan hevur fingið nakran skaða.
Tað gongur helst ein tíð enn, áðrenn Fiskivarði verður klárur at fara til fiskiskap aftur.
Við skipinum eru seks mans, og skipari er Fróði Ejdesgaard.