Eldur umborð á ferju

Eingin fekk skaða, tá eldur kom í eina eltalvu umborð á ferjuni ?Peter Wessel? í morgun. Ferjan siglir millum Danmark og Noreg. ?Peter Wessel? var einar 12 fjórðingar í útnyrðing úr Hirtshals, tá eldur kom í eina eltalvu í maskinrúminum. Eldurin er seinni sløktur.

346 ferðafólk eru umborð á ferjuni, og tey hava fingið at vita, at eingin vandi er á ferð, sigur reiðaríið Color Line.

Manningin kannar nú, hvussu stóran skaða eldurin hevur gjørt. Síðani verður avgjørt, nær ?Peter Wessel? skal fara í havn.