Eldur í umborð á cruise-skipi

Stóra cruise-skipið, “Grandeur of the Seas” noyddist í gjár at sigla inn í Freeport í Bahama-oyggjunum, eftir at eldur var komin í í gjáranáttina.

Reiðaríið bjóða sær til at skipa so fyri, at ferðafólkini haðani kundu flúgvast heim, nú ferðin var avbrotin. Við “Grandeur of the Seas” vóru 2.246 ferðafólk og manningin taldi 796.

Tað tók manningini góðar tveir tímar at sløkkja eldin, og eingin umborð fekk nakað mein av hendingini, men har afturi á skipinum sæst til nakað av sót- og roykskaða á fleiri dekkum.