Eldur í trailara

Um 21 tíðina í gjárkvøldið kom eldur í ein trailara, ið koyrdi á vegnum omanfyri Porkeri

Eldur

Lastbilurin, ið hevur heimstað norðanfjørðs, kom til Suðuroyar í kvøld við fullari last av stáli, ið skal nýtast til byggingina av nýggja ellisheiminum í Vági.
Men omanfyri Porkeri kom eldur í bilin. Bilførarin slapp úr bilinum. Brandbilur fór úr Vági, og sløkkiliðsmenn fingu tamarhald á støðuni, men bilurin – førarahúsið - brann illa.
Løgreglan kom eisini á staðið. Sagt verður, at enn veit ongin um orsøkina til eldin at siga , men sum skilst, so er talan um ein bil, ið ikki hevur so mong ár á baki. Bilurin skal nú helst kannast á Akstovuni, so sum vanlig mannagongd er, sigur løgreglan.
)