Umleið klokkan 03 í nátt varð boðað frá eldi í svimjihylinum í Kollafirði. Sløkkiliðið kom á staðið, og teir arbeiða framvegis við at sløkkja eldin Tað vóru løgreglufólk, sum varnaðust royk, tá tey steðgaðu einum bili í Kollafirði. Tey koyrdu eftir luktinum, og kundu so staðfesta, at tað tey reyk úr svimjuhøllini í Kollafirði.
Av løgreglustøðini í Havn siga teir, at sløkkiliðið framvegis arbeiðir við at sløkkja, og tí er einki at frætta hagani enn.