Nógvur roykur alt seinna hálvár í fjør úr tyrvingarplássinum hjá IRF á syðra armi av Trongisvágsfirði.
Orsøkin til roykin var, at eldur var komin í tyrvt tilfar, tá arbeitt varð við skeribrennara á økinum í mai í fjør.
IRF sigur í ársfrágreiðing síni fyri ár 2000, at tað fleiri ferðir varð roynt at køva eldin, fyrst við vatni og síðani við at leggja mold og fínan sand út yvir øki. Men hetta hjálpti bert eitt sindur. Roykurin minkaði munandi í august, men var ikki heilt burtur fyrr enn við ársenda.
Sambært frágreiðingini hjá IRF, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannað spillivatnið frá tyrvingarplássinum, og er úrslitið í lagi.