Løgreglan í London noyddist fyrrapartin at steingja ta kendu brúnna Tower Birdge fyri ferðslu, tá eldur kom í ein vøruvogn mitt á brúnni. Sløkkiliðið á Dockhead-støðini varð sent at basa eldinum, og tað tók heldur ikki langa tíð at fáa tamarhald á honum.
Eldurin elvdi kortini til eitt sindur av ruðuleika í ferðsluni í miðbýnum, men ferðslan er komin aftur í rættlag, sigur BBC.










