Sunnunáttina settu nakrir ungdómar eld á ein bil hjá felagnum Nordcar. Bilurin var vrak og skuldi tveitast burtur. Men eldurin gjørdist tó so mikið stórur, at skaði kom á bilin við síðuna av. Sløkkiliðið kom á staðið og sløkti eldin.
Enn veit løgreglan í Havn ikki at siga, hvørjir gerningsmenninir eru.










