Eldur í SAS flogfari í dag

Saman við 133 ferðafólkum vóru krúnprinsessan Mette-Marit og krúnprinsur Haakon evakueraði úr einum SAS flogfari í Keypmannahavn, tá ið roykur kom úr flogfarinum.

 

Tað norska krúnprinsaparið skuldi heim aftur til Oslo í morgun, eftir at hava luttikið í føðingardagsveitsluni hjá krúnprinsessu Mary, sum helt 40 ára føðingardag.

 

Men tey vóru einans eina løtu í flogfarinum, so máttu tey evakuerast, tí roykur kom úr flogfarinum.

 

Danski Casper Gustafsen sigur við EB.dk, at hann upplivdi støðuna soleiðis.

 

- Flogskiparin koyrdi á motorin, og brádliga kom eitt buldur, og tann eini motorurin eksploderar. Síðani kom roykur í flogfarið, og vit máttu út gjøgnum neyðdyrnar aftast í flogfarinum.

 

Onnur ferðafólk siga við eb.dk, at tað var ein skelkandi uppliving, og at fleiri ferðafólk grótu áðrenn tey sluppu út.

 

Einki er tó hent nøkrum, og ferðafólkini eru nú farin til Oslo.

 

Hetta veit eb.dk