Eldur
Sørvági:
Glastrevjabáturin Dunga Hans úr Sørvági fekk stóran skaða, tá eldur var í stýrihúsinum. Eingin mansskaði stóðst av eldinum.
Mánadagin kom eldur í ein glastrevjabát, sum lá í bátahylinum í Sørvági. Innan úr stýrihúsinum er alt farið fyri einki. Øll tólini mugu skiftast út, eins og garneringin øll má gerast av nýggjum. Helst verður eisini neyðugt at skifta allar rútarnar. Ein rútur í bakborði, har eldurin var, er brotin. Sprongdur av hita.
Tað stendur ein fiskakassi á bryggjuni. Har eru radari, GPS'ari, ekkolodd og onnur tól í, sum tikin eru úr Dunga Hansi. Eisini eru brendir akkumulatorar og onnur útgerð at síggja.
?Eitt óluksáligt skil at liggja her avbrendur, meðan fiskurin svimur upp á land.
Jógvan Falkvard í Sørvági, sum eigur Dunga Hans, er í ringum skørum, av at tað skuldi ganga so illa nú beint upp undir várróðurin.
Hann stendur hálvur undan lastalúkuni á glastrevjanbáti sínum. Er farin at rudda eftir eldin. Báturin skal gerast aftur, eru hann og tryggingin vorðin samd um.
Men tað verður ein strika í rokningini kortini, tí tað fer ov nógv tíð, heldur Jógvan.
Tað var eitt skammlop í elskipanini, sum gjørdi, at eldur kom í, greiðir hann frá.
Hann sigur, at hann hevði verið í bátinum, stutt áðrenn hann fekk boð um eldin. Tá hann lat hurðina upp, vaks eldurin knappliga, tí luft slapp til. Hann hevði eina vatnslangu úr landi í hondini, og við henni fekk hann sløkt eldin, áðrenn sløkkiliðið a flogvøllinum, sum eisini var boðsent, kom á staðið. Eldsløkkjarin var inni í húsinum, og har var ikki komandi at fyri hita.
Tað verður ein rímiliga dýrur umgangur eisini, vísir hann á. Gamaní fer tryggingin at gjalda, men einastaðni oman fyri hálvtannaðhundratúsund krónur væntar hann, at skaðin fer at kosta.
?Og so koma teir nú og siga mær, at um eg hevði havt eina ella aðra trygging - eg minnist ikki, hvat hon eitur - so hevði eg krav upp á at fáa annan bát, meðan eg bíði eftir, at hesin verður afturgjørdur. Hví segði eingin mær tað, tá eg teknaði hesa tryggingina? fýlist Jógvan Falkvard á.
Ikki tí. Hann fer neyvan at ganga hendur i lumma kortini, tí longu nú hevur hann fingið annan bát, sum liggur i Sørvági, í boði, og hann væntar, at hann fer at taka av.
Hóast Jógvan ikki er nakar ársungi, hann er komin til pensiónsaldur, ætlar hann ikki at leggja seg á landi kortini.
?Eg havi ikki tíð at leggja meg at doyggja, meðan fiskaprísurin er so høgur, heldur hann.










