Sløkkiliðið í New York varð seinnapartin boðsent til háhúsið One World Trade Center, sum stendur í gerð á staðnum, har World Trade Center-tornini stóðu undan yvirganginum í september í 2001.
Eldurin kyknaði á 88. hædd stutt fyri klokkan átta í morgun lokala tíð, skriva amerikanskir fjølmiðlar. Ein góðan tíma seinni varð eldurin sløktur, sigur CBS.
Myndugleikarnir siga, at eingin var í húsunum, tá eldurin kyknaði. Umleið 90 sløkkiliðsmenn tóku lut í arbeiðinum at sløkkja.










