Eldur og vatn herja Evropa

Í Portugal, Spania og Fraklandi herja skógareldar, samstundis sum stór øki í Sveits, Eysturríki og Týsklandi standa undir í vatni

Flogfør úr Fraklandi, Týsklandi, Spania og Italia eru komin til Portugals at hjálpa myndugleikunum har at sløkkja skógareldar, sum herja stór øki miðskeiðis í landinum. Serliga illa stendur til við býin Coimbra, har minst tólv hús í útjaðaranum á býnum eru brunnin í grund. Í gjár skuldu fleiri týskar og niðurlendskar tyrlur koma til Portugals at takla lut í sløkkiarbeiðinum.
Eldur er eisini í stórum skógarøkjum í landspørtunum Viana do Castelo og Viseu har norðuri í Portugal, og sambært myndugleikunum hara teir nógvu skógareldarnir kravt minbst 15 mannalív, og umleið 140.000 hektarar liggja undir í øsku.
Tað hevur verið rættiliga fitt av vindi í Portugal teir seinastu dagarnar, og tað hevur darvað sløkkiarbeiðinum nógv. Haraftuimóti er ikki dropin komin av himli í longri tíð, men í gjár søgdu veðurmenninir sseg vænta regn ein av fyrstu døgunum.
Frakland og Spania eru eisini herjað av skógareldum. Við franska býin Perpignan eru stór skógarøki farin upp í royk, og í Spania er umleið 40 skógareldar í landspartinum Galicia, sum er í útnyrðingspartinum av landinum. Nærhendis Valencia á miðjarðarhavsstrondini er eisini eldur nógvastaðni.
Vatnflóð
Í Sveits, Eysturríki og týska landspartinum Bayern eru tað aðrar náttúrukreftir, sum gera um seg. Har hevur tað regnað av grimd, so stór øki standa undir í vatni, og myndugleikarnir hava flutt fólk burtur nógvastaðni.
Í Sveits elvdi regnið til skriðulop nógvastaðni, og fleiri vegir hava staðið undir í vatni, so tað hevur ikki verið koyrandi til fleiri bygdir. Í bygdini Ibach máttu umleið 400 fólk flytast burtur, tá áin Muota fór upp um áarbakkarnar.
Í Bayern í Suðurtýsklandi hava myndugleikarnir lýst summi øki í undantaksstøðu, og skipaferðslan á Rhínánni er eisini darvað av áarførinum. Í Norðuritalia eru fleiri vegir stongdir, tí teir standa undir í vatni, og soleiðis er eisini í Eysturríki.