Eldur í nýggjum bygningi í Klaksvík

Í nátt kom eldur í nýggja bygningin hjá Ídni á havnarøkinum í Klaksvík Nakað fyri klokkan trý í nátt fekk løgreglan boð um, at nógvur roykur kom úr nýggja bygninginum hjá Ídni. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk sløkt eldin.

Tað vísti seg, eldur var komin í okkurt, sum lá á gólvinum, men stutt eftir kyknaði eldurin aftur ímillum skins og hold, og neyðugt var at taka frá fyri at fáa sløkt tann eldin. Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at eldurin var sløktur millum klokkan fýra og hálvgum fimm í morgun.

Hví eldur er komin í, veit løgreglan ikki at siga enn. Fólk vóru í bygninginum til á midnátt, og løgreglan fer nú at kanna málið.