Eldur í kostdeildini

Gentukostdeildin, sum hoyrir til Studentaskúlan og HF-skeiðið í Hoydølum, stendur beint nú í ljósum loga Alarmsentralurin fekk boðini klokkan 15:59, eftir at fólk í grannalagnum høvdu varnast royk í bygninginum. Bæði sløkkilið og sjúkrabilar eru á staðnum.

Enn er ikki greitt, um fólk vóru inni í bygninginum, men av tí at næmingarnir ganga til roynd og próvtøku í hesum døgum, er lítið sannlíkt at næmingar eru í bygninginum.

Ongin býr á gentukostdeildini longur, men bygningurin verður millum annað nýttur til tónleikaundirvísing og evning.

Sum skilst arbeiða handverkarar við at umvæla bygningin í hesum døgum.

Portalurin fylgir málinum og meira verður at frætta seinni.