Eldur kom í luftskip

Í gjárkvøldið kom eldur í eitt týskt luftskip, tá tað skuldi seta seg uttan fyri Friedburg miðskeiðis í landinum. Tey trý ferðafólkini sluppu við lívinum, men skiparin doyði.

Blaðið Bild skrivar, at luftskipið var tveir metrar frá lendingarbreytini, tá skiparin bað tey trý ferðafólkini leypa út, tí hann ætlaði sær at royna at lenda einsamallur. Síðani fór luftskipið upp í 40 metra hædd, men tá kom brádliga eldur í tað, og tað datt niður. Løgreglan sigur, at skiparin var deyður, tá fólk komu til hansara.

Tey trý ferðafólkini, sum vóru við luftskipinum, vóru tvey tíðindafólk hjá sjónvarpinum RTL og ein myndamaður hjá blaðnum Bild.