Eldur kom í ein bil í Havn í nátt

Í nátt varð boðað frá, at eldur var í einum bili sum stóð í Havn. Løgreglan sigur, at talan var um ein bil, sum ikki er skrásettur og sum ikki hevur verið í brúki leingi.

Sløkkiliðið varð boðsent og tey sløktu eldin og eingin vandi var á ferð. Men løgreglan fer nú at kanna bilin fyri at vita, um tað ber til at fáa greiði á, hví eldur kom í ein bil, sum leingi hevur staðið óbrúktur.