Í hvussu er 110 fólk eru deyð, eftir at eldur kom í eina klædnaverksmiðju í pakistanska býnum Karachi, men sambært sløkkiliðnum í býnum hevur eldurin helst kravt uppaftur fleiri mannalív.
Myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði í gjárkvøldið, og tey fyrstu tíðindini søgdu, at níggju fólk høvdu latið lív. Men tá sløkkiliðið sjey tímar seinni hevði fingið tamarhald á eldinum, var greitt, at vanlukkan hevði kravt nógv fleiri mannalív enn hildið.
-Vit komu fram á tíggjutals fólk, sum lógu deyð niðri í kjallaranum, sigur talsmaðurin hjá sløkkiliðnum við tíðindastovurnar. Hann sigur, at 35 fólk sluppu út á lívi.
Løgreglan í Karachi sigur, at eingin neyðútgongd er í bygninginum, og á sjónvarpsmyndum sást, at fólk royndu at bjarga sær við at leypa út ígjøgnum vindeyguni.