Eldur í kjallaranum á Christiansborg

Ein sjálvvirkandi eldávaring fór í gongd á Christiansborg.

Sambært sløkkiliðnum í Keypmannahavn fór eldávaringin á Christiansborg í gongd, tí eldur var í eini el-installatión í kjallaranum á Christiansborg, sum hýsir danska Fólkatinginum.

Tað upplýsti átaksleiðarin Michael Jonsen.

– Vit fingu fráboðanina klokkan 13:32.

– Eldurin er sløktur, segði hann stutt fyri klokkan 14 í dag.

Avleiðingin av eldinum var, at politikarar, fjølmiðlafólk og starvsfrólk í Fólkatinginum máttu øll á dyr.

Eftir útlufting kundu tey fara inn aftur til arbeiðis.

– Vit eru næstan liðug at lufta út, so tað gongur ikki long tíð, segði Michael Jonsen tíðliga seinnapartin.

/ritzau/