43 fólk doyðu, og 88 fingu skaða, tá eldur kom í ein náttklubba í kinesiska býnum Shenzhen í nátt Eldurin kyknaði um 10-tíðina í gjárkvøldið okkara tíð, og sambært myndugleikunum stavaði eldurin frá fýrverki, sum bleiv brúkt í sambandi við eina dansisýning.
Myndugleikarnir siga, at 43 fólk eru funnin deyð, og at 88 hava fingið skaða. Myndugleikarnir siga kortini, at talið á deyðum kann vera størri, tí ruddingararbeiðið er ikki liðugt enn.
Fólk, sum sluppu frá eldinum á lívi, siga, at tað var sera torført at sleppa út, tí tað var bara ein smøl útgongd, sum fleiri hundrað fólk royndu at sleppa ígjøgnuym.