Eldur í japonskum hvalaveiðiskipi

Ein maður er ikki komin afturíaftur, eftir at eldur kom í eitt japanskt hvalaveiðiskip í Suðuríshavinum. Eldurin umborð á tí 8.000 tons stóra ?Nisshin Maru? kyknaði á verksmiðjuni niðriundir, men hóast hann breiddi seg skjótt, eydnaðist tað at fáa tamarhald á honum.

Teir 160 menninir, sum mannaðu skipið, eru farnir umborð á eitt annað japanskt skip, men ein maður er ikki komin afturíaftur.

Japanska skipið er í Rosshavinum, sum er einar 100 fjórðingar frá Antarktis. Enn eru eingi tekin til, at skipið fer at søkka, men myndugleikarnir í Ný Sælandi stúra fyri, at olja fer at leka úr skipinum, og tað kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri umhvørvið har.