Eldur er í einari svimjihøll í Aalborg. Tað er svimjihøllin á Samsøgade 45.
Politiið heitir á fólk í økinum um at sleppa sær burtur og ikki vera úti nærindis roykinum. Somuleiðis verður heitt á fólk í grannalagnum um at lata vindeygu og hurðar aftur.
Ein sløkkiliðsmaður hevur fingið skaða í sambandi við at sløkkja eldin, hann hevur skorið seg av onkrum. Tað boðar Politiið í Norðurjyllandi frá í tíðindaskrivi. Annars hevur ongin fingið skaða, sum danska politiið veit um í løtuni.
Sløkkiliðið hevur fingið tamarhald á støðuna, men nógvur roykur er.