Tað er eldur í einum sethúsum við Norðskála í løtuni.
Løgreglan, sum hevur vent sær til miðlarnar fyri lítlari løtu síðan, veit annars einki at siga um, hvussu vorðið er.
- Alt átakið er sent avstað, og meira vita vit ikki at siga beint nú, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Miðlarnir fáa einki at vita um, hvørt nakar var í húsunum, tá eldurin kyknaði - ei heldur, hví eldurin er kyknaður.