Sum vit skrivaðu á miðdegi, er eldur komin í umleið ein kilometur inni í Sandoyartunlinun, streymoyarmegin. Sum skilst er eldur í einum treylara og tað var nógvur roykur í tunlinum. Bæði løgregla, sjúkrabilar, sløkkiliðsfólk og roykkavarar eru á staðnum.
##med2##
Fleiri fólk vóru inni í tunlinum, innan fyri eldin. Løgreglan sigur, at tað er nú staðfestm at tað vóru 13 fólk inni í tunlinum táið eldur kom í lastbilin. Eitt fólk er bjargað úr tunlinum og er farið á Landsjúkrahúsið til kanningar
##med3##
Hini 12 fólkini eru framvegis inni í tunlinum og tey uppihalda sær í fleiri av trygdarbingjunum, sum eru í tunlinum. Átaksleiðslan á staðnum, hevur samband við tey við eini radioskipan, sigur løgreglan.