Eldur í húsum – fyri aðru ferð upp á eina viku

Sløkkiliðið og løgreglan eru aftur á Velbastað í morgun, har tað er boðað frá eldi

Fyri eini viku síðani kom eldur í eini hús á Velbastað. Tey fóru rættiliga illa, bæði av eldi, vatni og royki. Men løgreglan sigur, at tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna t boða frá, at nú er aftur eldur í somu húsum.

 

Løgreglan sigur, at sløkkiliðið og løgreglan eru farin á staðið og nú er tamarhald fingin á eldinum. Løgreglan sigur, at klokkan átta var eldurin sløktur, men aftur hesa ferð hava húsini fingið rættiliga stóran skaða og nú er tað mesta brent innan úr teimum

 

Annars sigur løgreglan at tað hevur verið avbera friðarligt í nátt. Tað hevur verið lítið av fólki í býnum og tey, sum hava verið í býnum, hava verið friðarlig.