Eldur í hjá Berg Motors

Fyrrapartin varnaðust menn hjá Berg Motors, at eldur var komin í oljufýrið.

Fyrrapartin varnaðust menn hjá Berg Motors, at eldur var komin í oljufýrið.

 

Hetta var um klokkan 09.20, og tað gekk bert stutt tíð, til sløkkiliðið var á staðnum og skjótt fekk sløkt eldin.

 

Oljufýrið sjálvt var nakað farið, men annars stóðst eingin skaði av tilburðinum.

 

Hóast eldurin bert var í sjálvum oljufýrs rúminum, stóðu allar hurðar upp á víðan vegg fyri at lufta út. Skaðin avmarkaði seg til oljufýrs rúmið, tí eingin roykur var at kenna aðrastaðni í bygninginum.

 

Tað er enn ikki greitt, hví eldur kom í oljufýrið.